24Juni24 84A9797
24Juni24 84A9797

Eftirmeting av ferðamannaskipum 2024: Góða samstarvið ímillum Visit Tórshavn og Tórshavnar havn eigur at halda fram

Gott samstarv ímillum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn er lykilin til eina burðardyggari ferðavinnu við ferðamannaskipum í Tórshavn.
Fyri at menna eina burðardyggari ferðavinnu, er tó neyðugt við nøkrum nágreiniligum átøkum, sum málrætta skal arbeiðast við beinanveg. 
Tað er greiða niðurstøðan, nú eftirmetingin fyri ferðamannaskip í 2024 liggur klár.

Nøkur av átøkunum: 

  • Ábyrgdarbýtið ímillum Tórshavnar havn og Visit Tórshavn, eigur at verða nágreinað.
  • Strembast skal eftir, at kunna seta orð og tal á, hvønn kapasitet býurin hevur. Harvið eisini loft setast á, hvussu nógv skip og ferðafólk Tórshavnar havn tekur ímóti. 
  • Viðurskiftini á Reyni eiga at skipast. Møguliga aðrastaðni við. Ein møguleiki fyri Reyn, kundi verið at havt eina inn- og eina útgongd, tá skip við ávísari mongd av ferðafólkum vitja. 
  • Eitt sokallað Serfrøðinga-toymi, eigur at koma upp at koyra. Sí meir um júst hetta inni í sjálvari eftirmetingini.  

Sí eftirmetingina her.