Gott 16.000 ferðafólk higartil
1.maj í ár legði fyrsta ferðamannaskipið at bryggju í Havn. Nú skjótt fýra mánaðir eru farnir hava omanfyri 16.000 ferðafólk sostatt vitjað í Havn.
Nógv tær flestu bókingarnar hava hildið og flestu skipini eru komin, sum ætla. Tó hava einstakar avlýsingar verið. Í tí eina førinum var hetta orsaka av verkfallinum, ið kom á okkum um miðjan maj. Óvissur hvørt Tórshavnar havn fekk tikið ímóti skipinum ella ikki, høvdu í síðsta enda við sær, at ferðamannaskipið Borealis valdi at binda um heilan fingur og avlýsti teirra komu 22.maj.
Í øðrum einkultum førum hava veðurlíkindini verið heldur ivasom, og hevur skipið tá tikið avgerð um at sigla víðari og ikki koma inn á Havnina.
Enn eru tíggju ferðamannaskip, ið hava boðað frá komu. Tí væntast samlaða talið av ferðafólkum at liggja omanfyri 20.000, tá samanumkemur.
Næsta skip er Marina, við 1200 ferðafólkum umborð, sum kemur í morgin árini. Sunnudagin vitjar Viking Saturn aftur. Stásiliga Viking Saturn vitjaði okkum fyri fyrstuferð, fyri tíggju døgum síðan.