23Sep23 0523 Pano
23Sep23 0523 Pano

Leyst starv hjá Tórshavnar havn

Tórshavnar havn sóknast eftir einum starvsfólki til dagligan rakstur og viðlíkahald av bryggjuøki, bátahyljum og bygningum.
Rakstrardeildin, sum tú kemur at vera partur av, er undir leiðslu av rakstrarleiðaranum og er staðsett í Sjóvinnuhúsinum, á Vestaru bryggju. Har húsast deildin við verkstaði, skrivstovu og goymslu, í einum parti av veghæddini.

Arbeiðsøkið fevnir tó ikki einans um Tórshavn, men eisini um Sund og Kollafjørð, eins og smærru havnirnar og atløguplássini í Tórshavnar kommunu.
Umframt maskinur og amboð inni á sjálvum verkstaðnum, verða ymisk rakstrartól so sum, trukkur, smærri lastbilar, multimaskina og arbeiðsbátar, nýtt eftir tørvi.

Umsóknarfreist: 18.august 2024

Meir um starvið hygg so her.