Stór vitjan í dag
Fyrraparturin í havnagøtum hevur í dag borið brá av stóru vitjanini, sum Tórshavnar havn fekk tíðliga í morgun.
300 metrar langa ferðamannaskipið Nieuw Statendam, við 2660 ferðafólkum umborð og 1000 starvsfólkum legði at kl.09.00 í morgun.
Toymið hjá Tórshavnar havn tók væl ímóti skipinum og syrgdi fyri at ferðafólkini komu trygt og gott frá ferðamannaskipinum inn á farstøðina. Inni á farstøðini var toymið hjá Visit Tórshavn og loftaði øllum ferðafólkunum, áðrenn tey fóru víðari á ferð.
Fleiri av handlunum í Havn høvdu, í samband við komuna hjá Nieuw Statendam, opið frá kl.10.00 í morgun.
Skipið, sum fyri fyrstuferð hevur vitjað í Havn, fer avstað aftur kl.18.00 í kvøld. Nieuw Statendam vitjaði Runavíkar havn fyrr í ár.
Agentar fyri Nieuw Statendam er Tor Shipping, meðan MB Tours hevur tikið sær av útferðunum. Framúr myndirnar niðanfyri hevur Ólavur Frederiksen, Faroephoto tikið.