Streetfood í hjallinum í Bacalao
Á ársins seinasta býráðsfundi í ár, varð einmælt samtykt at leiga 5.hæddina, sum er hjallurin, út til streetfood virksemi. Stendur tað til stigtakaran, verður møguligt hjá føroyingum at fáa streetfood ovast uppi í bygninginum í Bacalao um eitt ár.
Ovast uppi í gamla Bacalao er ein hjallur, sum í sínum uppruna varð bygdur at ræsa og greipa brosmu, sum síðan varð seld uttanlands. Seinastu nógvu árini hevur hesin hjallurin tó staðið tómur, eins og størsti parturin av Bacalao bygninginum. Nú er tó loksins líkt til, at lív kemur aftur í hendan partin av bygninginum á Vestaru bryggju.
Maðurin handan hugskotið er Súni Christiansen. Stendur tað til hann, verður møguligt at bjóða til kulinariskar matupplivingar longu um eitt ár. Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Súni fyrstuferð var í hjallinum í samband við onnur arbeiðsørindi, og tá birtist hugskotið. - Fyrstuferð eg kom upp her fór ein kuldaskjálvti ígjøgnum kroppin. Ikki tí her var kalt, men hølið gjørdi okkurt við meg og eg fór beint ígongd við at kanna møguleikarnar fyri einum streetfood- og mentanardepli her.
Matupplivingar inni í hjallinum og úti á svalanum
Eitt sokallað streetfood stað er nakað, ið er vælkent í londunum rundanum okkum. Tað snýr seg um at gera mat til eina uppliving, har sosiala samveran og umstøðurnar hava eins stóran týdning, sum sjálvur maturin. Við eini staðseting í hjallinum á ovastu hædd í Bacalao, er hetta júst nakað, ið rennur saman. Talan er um eina staðseting, ið er full av søgu og eitt útsýni yvir havnina, ið valla finst betri. Síðani verður tað upp til stigtakararnar at skapa røttu karmarnar. Sjálvur hjallurin er 650m2 til støddar og ætlanin er at 10 ymiskir matbásar við hvør sínum køki, skulu kunna húsast í honum eins og eitt skeinkistað, ein mentanarpallur og ein uppvaskibásur. - Ætlanin er at maturin skal njótast á staðnum og ikki takast út við. Vit leggja tískil eisini stóran dent á, at alt verður gjørt á ein so burðardyggan hátt, sum yvirhøvur gjørligt. Tí fara vit eitt nú at brúka vanligan borðbúnað og tørvur verður tískil sjálvsagt fyri einum uppvaskibási til júst tað, sigur Suni Christiansen.
Umframt stóra innandura økið, er eisini ein svali, sum røkkur kring nærum allan hjallin. Ætlanin er eisini at matupplivingarnar og sosiala samveran skulu kunna njótast uttandura, tá veðrið ger tað møguligt.
Atkoma umvegis Sjóvinnuhúsið
Ætlanin er at varðveita hjallin so nær sínum uppruna, sum gjørligt. Tó verður neyðugt at skifta og bjálva, bæði tak og klædning. Harumframt verður neyðugt at gera eina nýggja atkomu. Hol verður sett á fimtu hædd í Sjóvinnuhúsinum og komið verður inn ímillum triðju og fjórðu hædd í Bacalao. Harvið verður atgongdin til stóran part av Bacalao bygninginum. - Tað skal verða atkomuligt fyri øll. Tí fara vit eitt nú eisini at ráðføra okkum hjá MEGD, soleiðis at vit tryggja øllum atkomu, sigur Suni Christiansen.
Byrjanin til meir virksemi í Bacalao
Í løtuni er bygningurin í so vánaligum standi, at tað er sera avmarkað hvat hann kann brúkast til. Nógv hugskot hava verið frammi um, hvat bygningurin skal og kann brúkast til. Við umvælingini av hjallinum verður skjøtul settur á varðveitslu og framtíðarnýtslu av Bacalao bygninginum, sum síðan ger tað møguligt at fáa annað virksemi í bygningin, sum tíðin líður.