Hanus Mikkelsen, stjóri fyri Tórshavnar havn, Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri fyri Visit Tórshavn, Tommy Petersen, Serfrøðingur í havnagøtum og Ása undir Kletti, Serfrøðingur í havnagøtum
Hanus Mikkelsen, stjóri fyri Tórshavnar havn, Tordis á Rógvi Biskopstø, stjóri fyri Visit Tórshavn, Tommy Petersen, Serfrøðingur í havnagøtum og Ása undir Kletti, Serfrøðingur í havnagøtum

Væleydnað nýggj byrjan

Sesongin við ferðamannaskipum er av fyri árið í ár. 1.oktobur vitjaði síðsta ferðamannaskipið, Hamburg, í Tórshavn og varð harvið sett punktum fyri hesa sesongina. Í alt vóru 46 vitjanir frá ferðamannaskipum við 24.458 ferðafólkum umborð. Nógv tey flestu skipini eru kendir gestir, sum hava vitjað áður. Summi av skipunum vitjaðu enntá fleiri ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstuferð. - Árið í ár gekk júst soleiðis, sum vit høvdu væntað. Trý skip avlýstu teirra komu, og tað er ikki nakað óvanligt, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen. Í maj mánaði valdi stóra ferðamannaskipið Borealis, við áleið 1000 ferðafólkumumborð, at avlýsa teirra komu, orsaka verkfallið. Annars hava hinar avlýsingarnar verið orsaka veður. 

Fyrstu skrásetingarnar í EPI dátugrunnin

Í februar mánaði gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI – Environmental Port Index. EPI er ein dátugrunnur, ið samlar tøl inn, ið siga nakað um umhvørvisdálking hjá ferðamannaskipunum. Av teimum 46 komunum vóru 37 skip, sum skrásettu teirra dátur í skipanina. Júst skrásetingin í ár var sjálvboðin. Framyvir verður tó krav hjá skipum, ið koma til Havnar, at skráseta teirra dátur í EPI-dátugrunnin. Úr skrásetingini hjá skipunum, fáa skipini eitt stigatal. Tess hægri tal, tess betri. Miðaltalið fyri skrásetingarnar í ár er 36. Lægsta stigatal í ár er nýggju, meðan hægsta er 91. Hjá havnum, sum vit vanliga samanbera okkum við, liggur talið ímillum 40-47. Útfrá stigatølunum hjá skipunum, ber eitt nú til at gera ávísar prís tillagingar. - Endamálið við EPI er at eggja reiðaríum og starvsfólkum umborð, ið hava við ferðamannaskipini at gera, at gerast meir tilvitaði um teirra ávirkan á umhvørvið. Harvið eisini at gera neyðugar broytingar, sigur Hanus Mikkelsen. Bókingar fyri ferðamannaskip liggja tvey til trý ár fram í tíðina. Hóast tað verður skipanin sett í gildið við sesong byrjan 2025.

Serfrøðingar á gøtuni
Fyri at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, hava Tórshavnar havn og Visit Tórshavn, í felag, sett verkætlanarfólk í starv at taka sær av at samskipa økið. Hetta hevur millum annað havt við sær, at ein nýggj skipan varð sjósett í summar: Serfrøðingarnir í havnagøtum. Serfrøðingarnir eru pensjónistar og onnur, ið hava gingið í havnagøtum og vegleitt vitjandi frá ferðamannaskipum eins og onnur vitjandi. 
- Vit vita frá bæði búgvandi, vitjandi og eisini handilsvinnuni, at serfrøðingarnir í havnagøtum hava gjørt stóran mun. Tey vita eina rúgvu um Havnina og Føroyar og kunnu skjótt vísa ferðafólkunum veg, tá ferðafólkini eitt nú spyrja eftir onkrari ávísari vøru. Vit trúgva eisini at júst hesi fólkini, eru ein týdningarmikil brikkur í at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, sigur Hanus Mikkelsen.

Ymiskt er hvør tørvurin er á Serfrøðingunum. Alt eftir hvussu nógv ferðafólk eru umborð á ferðamannaskipunum. Tó bjóða Tórshavnar havn og Visit Tórshavn øllum vælkomnum, sum hava hug at gerast partur av toyminum av Serfrøðingum í havnagøtum.


Spennandi tíðir fyri framman
Í septembur í ár vóru umboð fyri seks føroyskar havnir á ráðstevnu fyri ferðamannaskip í Malága. Havnirnar høvdu felags bás undir nýggja samstarvinum Cruise Faroe Islands.
Ætlanin við hesum samstarvinum er at veita og fáa íblástur frá hvørjum øðrum, eins og hetta er við til at skipa umstøðurnar fyri ferðamannaskip í Føroyum. Júst hvat meir ítøkiligt spyrst burturúr hesum samstarvinum, vil tíðin sjálvsagt vísa. Umboð fyri føroysku havnirnar í Cruise Faroe Islands, møtast við jøvnum millumbili.

Higartil er boðað frá 52 komum næsta ár. Væntað verður at eini 30.000 ferðafólk koma at vitja Havnina. Fyrsta skip, ið vitjar komandi ár er Bolette, sum vitjar 30.apríl. Komandi ár verður væntandi seinastu ferð, at Tórshavnar havn tekur ímóti ferðamannaskipum, uttan nakran veruligan terminal. Tí, gongst sum ætlað verður nýggi terminalurin klárur til sesongina í 2026.

Tað ber til at síggja yvirlit yvir allar komurnar á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn, harumframt ber til at síggja komur hjá Tórshavnar havn, Runavíkar havn, Klaksvíkar havn, Elduvík og Funning á heimasíðuni www.dokk.is.

English version:

The cruise ship season is over for this year. On October 1, the last cruise ship, Hamburg, visited Tórshavn, marking the end of this season. In total, there were 46 visits from cruise ships, with 24,458 passengers onboard this year. Most of the ships are familiar guests who have visited before, with some ships making multiple visits this year. Eight ships visited for the first time.

- This year went just as we expected. Three ships canceled their arrivals, which is not unusual, says Hanus Mikkelsen, the manager of the Port of Tórshavn. In May, the large cruise ship Borealis, with about 1,000 passengers onboard, canceled its visit due to a strike in the Faroes. The other cancellations were due to weather.

The first registrations in the EPI database
In February, the Port of Tórshavn became a member of EPI – Environmental Port Index. EPI is a database that collects data on the environmental impact of cruise ships. Of the 46 arrivals, 37 ships registered their data in the system. This year’s registration was voluntary, but in the future, ships coming to the port will be required to register their data in the EPI database. Based on the registrations, ships receive a score; the higher the score, the better.

The average score for registrations this year is 36. The lowest score is nine, while the highest is 91. For the ports we usually compare ourselves to, the scores range between 40-47. Based on the scores, specific adjustments can be made. - The purpose of EPI is to encourage shipping companies and onboard staff to become more aware of their environmental impact and to make necessary changes, says Hanus Mikkelsen.

Bookings for cruise ships are made two to three years in advance. Nevertheless, the system will be implemented at the start of the 2025 season.

Local experts in the streets to guide the travellers
To ensure a better balance and experience between residents and visitors, the Port of Tórshavn and Visit Tórshavn have jointly employed a project coordinator to manage the area. This has led to a new initiative launched this summer: the local experts. The experts are retirees and others who have guided visitors when cruise ships arrive.

- We know from both residents, visitors, and the business community that the local experts have made a significant difference. They know a lot about Tórshavn and the Faroe Islands and can quickly direct tourists when they ask about specific shops or areas. We also believe that these individuals are the key to ensuring a better balance and experience between residents and visitors, says Hanus Mikkelsen.

The need for experts varies depending on the number of passengers on the cruise ships. However, the Port of Tórshavn and Visit Tórshavn welcome anyone who wants to join the team of local experts.

Exciting times ahead
In September this year, representatives from six Faroese ports attended a conference for cruise ships in Malaga. The ports shared a booth under the new collaboration as Cruise Faroe Islands. The goal of this collaboration is to provide inspiration and support each other while also improving conditions for cruise ships in the Faroe Islands. What more tangible results will come from this collaboration remains to be seen over time. Representatives of the Faroese ports under Cruise Faroe Islands meet regularly.

So far, 52 arrivals have been announced for next year, with an expectation of around 30,000 visitors to Tórshavn. The first ship visiting next year is Bolette, arriving on April 30. Next year will likely be the last time the Port of Tórshavn welcomes cruise ships without a proper terminal. If all goes as planned, the new terminal will be ready for the 2026 season.