Overview of the port of Torshavn from 2023
Overview of the port of Torshavn from 2023

Privacy Policy

Kunning um dátuvernd fyri Tórshavnar Havn

Viðgerð av tínum upplýsingum

Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnaði og tilvitaði um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.

Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot. 

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Tórshavnar Havn (TH) er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Havn viðger persónupplýsingar fyri at loysa fyrisitingarligar og roknskaparligar uppgávur í samband við, at viðskiftafólk venda sær til Tórshavnar Havn í sínum ørindum viðvíkjandi maritimum tænastum, ið Tórshavnar Havn veitir. 

Tórshavnar Havnar savnar bert tær persónupplýsingar, ið eru neyðugar fyri, at kunna veita viðskiftafólki sínum nøktandi tænastu í sambandi við, at Tórshavnar Havn útinnir sínar myndugleika uppgávur, ella fyri at kunna halda eina møguliga avtalu, sum verður gjørd við viðskiftafólki í samband við umbidnar tænastur.

Soleiðis savna vit tínar dátur

Tað er í høvuðsheitinum tú sjálv/ur, sum skrásetti, sum letur tínar upplýsingar til Tórshavnar Havn at viðgera, td. tá tú ella tín arbeiðsgevari umbiður tænastur frá Tórshavnar Havn. 

Feløg, sum nýta Tórshavnar Havn, í samband við flutning av ferðafólkum ella farmi, gjalda vørugjald til Tórshavnar Havn. Í samband við avgreiðslu av vørugjaldi, er tørvur á ávísum dátum, herundir persónupplýsingum, sum verða latin frá viðkomandi feløgum.  

Tá borgarar søkja um bátapláss, skrásetur Tórshavnar Havn tær persóndátur, sum okkum tørvar fyri at kunna veita rætta og nøktandi tænastu, og avrokning kann gerast fyri bátaplássið.  

Fyri at verja havnaøkir (ISPS økir) móti kriminellum- og terrorhandlingum, skulu vitjandi hava serligt samleikaprógv og elektroniska lykil. Tórshavnar Havn umsitur hesar id-lyklar. Feløgini biðja um lyklar vegna teirra starvsfólk, og í hesum sambandi, verða persónupplýsingar skrásettar hjá Tórshavnar Havn.

Persónupplýsingar latnir víðari til triðja part

Sum útgangsstøði letur Tórshavnar Havn ikki upplýsingar víðari til triðja part. Tó soleiðis, at persónupplýsingar, ið eru partar av einum máli, kunnu fara víðari til triðja part, eitt nú uttanhýsis ráðgevar, ella um talan er um alment innlitsmál. Undir umstøðum við almennum innlitsmálum verður ein meting gjørd frá máli til mál sambært galdandi lóggávu um innlit. Talan kann td. eisini verða um, at grannskoðanin kannar roknskaparviðurskifti.

Vakmyndatól

Fyri at verja ognir og virðir hjá Tórshavnar Havn móti kriminellum handlingum, økja um trygdina fyri viðskiftafólk, starvsfólk og borgarar í Tórshavnar Havn, og skapa møguleika fyri kanningum av kriminellum handlingum, eru vakmyndatól set upp við ávísar bygningar og havnaøkir hjá Tórshavnar Havn. 

Á øllum støðum, har vakmyndatól eru sett upp, verður skeltað soleiðis, at vakmyndayvirvaking er sjónlig. Bert avmarkað tal av starvsfólkum hava atgongd til upptøkurnar. Uppseting og umsiting av vakmyndatólum hjá Tórshavnar Havn fylgir mannagongd fyri umsiting av vakmyndatólum hjá Tórshavnar Kommunu. 

So leingi goyma vit tínar dátur

Tórshavnar Havn savnar bert neyðugar persónupplýsingar, og goymir hesar til sakliga endamálið við viðgerðini er rokkið. Tað kann vera ymiskt, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar. Upplýsingar skulu í ávísum førum goymast fyri at kunna skjalfesta okkara fyrisitingarliga arbeiði, og viðkomandi málsviðgerð. 

Um talan er um upplýsingar, sum eru partur av einum málið, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Tórshavnar Havn í Tórshavnar Kommunu, og avhendaðar Tjóðskjalasavninum, sambært avhendingaravtalu, og sambært lóg um skjalasøvn. 

Er talan um skjøl, sum skulu goymast sum bókhaldsskjøl, verða hesi goymd sambært ásetingum í bókhaldslógini. Persónupplýsingar skrásettar í umsitingarligum skipanum, har uttanhýsis brúkarar hava fingið atgongd, verða strikaðar í mesta lagi eitt ár eftir at uttanhýsis brúkarin er farin úr starvi.

Sum víst á omanfyri hevur Tórshavnar Havn sett upp vakmyndatól. Upptøkurnar frá vakmyndatóli verða einans goymdar sambært galdandi lóggávu, og so leingi tað er neyðugt í mun til endamálið annars. Upptøkur kunnu vera latnar Politinum, um politiið hevur brúk fyri teimum í samband við eitt politimál.

Fyri at verja havnaøkir (ISPS økir) móti kriminellum- og terrorhandlingum, skulu vitjandi hava serligt samleikaprógv og elektroniska lykil. Upplýsingarnar á hesum lyklum verða goymdar í mesta lagi 2 ár eftir at starvsfólkið hjá viðkomandi felagi er farið úr starvi. 

Tíni rættindi

Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani, og hvørjar upplýsingar, Tórshavnar Havn innsavnar og skrásetur um teg. Metur tú, at onkrar upplýsingar, sum eru innsavnaðar og skrásettar, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar. 

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur Tórshavnar Havn rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í samband við persónupplýsingar skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo

Tú kanst lesa meira um hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.

Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu

Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi, við at brúka hesa leinkjuna.