Tom Nk2

Bátahyljarnir hava ein høgan standard

Hóast støðið yvirskipað er sera høgt, er tørvur á eitt nú fleiri hjartastartarum og fyrstuhjálparútgerð. Tað vísur ein fyribils niðurstøða av váðameting, sum seinastu vikuna er gjørd fyri allar ellivu bátahyljarnar, ið Tórshavnar havn umsitur vegna Tórshavnar kommunu.
- Nú fara vit so at hyggja nærri eftir, hvat vit skulu gera, fyri at trygdin við bátahyljarnar verður enn betri, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri fyri Tórshavnar havn. 

Í Føroyum finnast ikki hagtøl, ið neyvt siga, hvussu nógvar druknivanlukkur hava verið í føroyskum bátahyljum. Tó vita við, at tað hava verið fleiri støður, har tað hevur verið líka við og næstan. Spurningurin, ið tá hevur verið settur við trygdina í bátahyljum, hevur nú fingið Tórshavnar havn at fara undir at gera eina váðameting av bátahyljunum. 

Tom Elmer Christensen, serráðgevi fyri trygd hjá FLID (Foreningen for Lystbådehavne i Danmark) hevur seinastu vikuna, saman við Niels Kára Samuelsen frá Tórshavnar havn, vitjað allar ellivu bátahyljarnar og gjørt eina meting av trygdarstøðuni á teimum øllum. 
Saman við Søtransport organisationerne og Trygfonden hevur Tom Elmer Christensen, umboðandi FLID, ment eina ætlan undir heitinum Sikker-havn. Skjøtul varð settur á ætlanina í 2019, við tí endamáli at fáa trygdarstøðið á so nógvum havnum, sum yvirhøvur gjørtligt, upp á eitt nøktandi støði. Síðan 2019 eru 120 danskar havnir váðamettar, meðan 45 av teimum hava fingið Sikker-havn váttan. 

Sikker-havn hevur gjørt stóran mun
Nógvu druknivanlukkurnar í donskum havnum høvdu við sær, at áðurnevndu felagsskapir settu seg saman, fyri at kanna møguleikarnar, hvussu tey kundu gera ein mun. Frá at hava ligið ímillum 15 til 20 druknivanlukkum um árið, er talið av druknivanlukkum komið niður á tvær til fimm druknivanlukkur um árið. 
- Kemur talið upp á fimm druknivanlukkur, er tað tí at tað er okkurt heilt serstakt, ið tá er hent. Tí kann ikki sigast annað, enn at arbeiðið við Sikker-havn hevur gjørt stóran mun, sigur Tom Elmer Christensen og leggur afturat, at umframt fysisku karmarnar, ið Sikker-havn ger váðameting av, so ger uppmerksemið kring trygdina í bátahyljum, eisini stóran mun. Júst hetta, er eisini nakað, ið stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen, leggur stóran dent á. - Vit vistu at arbeiðið, sum er lagt í at menna trygdina við bátahyljarnar, seinastu árini, er á høgum støði. Tað er sera kærkomið, serliga fyri tey, ið arbeiða við hesum í gerandisdegnum og tey, sum brúka bátahyljarnar, at vit nú hava fingið eina váttan uppá at trygdin er í lagi. Harafturat vita vit nú eisini, hvat vit kunnu gera betri.

Høgur standard tá viðvíkur trygdina við bátahyljar
Yvirskipað liva allir ellivu bátahyljarnir undir Tórshavnar havn upp til standardin. Tom Elmer Christensen vísur á, at tað í summum førum er talan um væl hægri støði, enn hann hevði væntað. Tó eru støð, har eitt nú mangul er á hjartastartarum og fyrstuhjálparútgerð. 
- Nú bíða vit eftir endaligu niðurstøðuni av váðametingini, fyri síðan at finna útav, hvat skal gerast, sigur Hanus Mikkelsen, stjóri fyri Tórshavnar havn. Hann leggur afturat at støða er tikin til, at Tórshavnar havn nú skal stremba eftir at fáa eitt Sikker-havn prógv, og at hetta síðan kann leggja lunnar undir ein føroyskan standard.
Ímeðan Tom Elmer Christensen, serráðgevi hjá FLID, hevur vitjað í Føroyum, hevur hann eisini verið túrar og hugt eftir umstøðunum í øðrum kommunum. - Fyri tað mesta sær tað gott út, men tað er á ávísum støðum at tað avgjørt eigur at verða umhugsað at gera eina váðameting, fyri síðan at finna útav, hvat skal gerast fyri at bøta um trygdina. 

Tom Elmer Christensen, serráðgevi hjá FLID og Niels Kári Samuelsen frá  Tórshavnar havnTom Elmer Christensen og Niels Kári Samuelsen, við bátahylin í Hesti